2
Daily Tour
40 people
Dansk, English, Faroese
Spennandi túrur við sluppuni Westward Ho, sum verður gandað um til Jolly Roger við Peter Pan umborð.
Siglt verður út til Tindhólm og Drangarnar, sum er nýggja Neverland hjá Peter Pan.
Vit kunnu ikki fara á land, men sigla so tætt, sum umstøðurnar loyva tí.
Umborð verður greitt frá Peter Pan verðini runt Tindhólmi og økinum har.
Spennandi tiltøk verða til børnini.
Jolly Roger siglir av kaiini í Sørvági 3 ferð um dagin tann 22., 23., 24. og 25. juni.
Túrurin varar í mesta lagi 2 tímar í alt.
Børn undir 1 ár: 0 kr (børn undir 1 ár nýtast ikki atgongumerki)
Børn 3 til 12 ár: 150 kr
13 ár og eldri: 300 kr
Børn mugu vera í fylgi við vaksnum.
Børn undir 1 ár mugu vera í berisela. Ikki er gjørligt at taka barnavogn við umborð.
Bjargingvestar eru at fáa umborð.
Vesi er umborð.
Minnist til at lata tykkum væl í – tað kann vera kaldari og vátari úti á sjónum enn á landi.
Verkætlanin er stuðlað av Sørvágs Kommunu, EUR Express og Atlantic Airways.